Kom til Ísraelsfund í Perlan í Tórshavn

Felagsskapurin Við Ísrael fyri frið (VÍFF) varð stovnaður í Noregi í 1978. Í dag er VÍFF størsti pro-ísraelski limafelagsskapur í Europa, við nærum 19.000 limum í sjey londum. Í oktober fer VÍFF at seta á stovn eina deild i Føroyum.

Kom til ein almennan fund við VÍFF í Perluna (Tórsgøta 3), Tórshavn, 7 oktober, klokkan 19:00.

Skráin fyri fundin – uml. 2 tímar

1) Fyrilestur: Seinastu tíðindi úr Ísrael og Miðeystri – arbeiðið hjá VÍFF
Conrad Myrland, dagligur leiðari hjá VÍFF, gevur eina dagføring um støðuna í Ísrael bert nakrar vikur undan Knesset-valinum.
Hvussu hevur tann strategiska støðan hjá Ísrael broytt seg eftir 7. oktobur álopið ?
Hvat er skeivt upplýst um Ísrael í miðlunum og í skúlabókum?
Hvat hendir, tá Noreg og onnur europeisk lond fyrireika handilsbann vegna  ísraelskar búsetingar?
Myrland hevur verið dagligur leiðari í VÍFF síðani 2007 og ritstjóri á heimasíðuni síðani 2001. Í september 2025 varð hann av The Jerusalem Post kosin millum 25 av heimsins fremstu zionistisku ungum  ávirkarum. (influensarum)

Steðgur

2) Stuttur fyrilestur: Týdningurin av Jerúsalem
Kjetil Fleten hevur starvast sum verkætlanarleiðari hjá VÍFF í Danmark síðani á heystið 2025.
Í einum stuttum innleggi fer hann at greiða frá nøkrum av teimum viðurskiftum, sum gera høvuðsstaðin í Ísrael so týdningarmiklan fyri jødiska fólkið.

3) Spurningar og svar úr salinum

4) Hvussu kanst tú stuðla arbeiðinum hjá VÍFF í Føroyum?

  • 00

    days

  • 00

    hours

  • 00

    minutes

  • 00

    seconds

Date
okt 07 2026
Time
19:00 - 21:00
Location
Perluna
Tórsgøta 3
QR Code